Umvælingun av Polarstjørnuni liðug í vikuni

19. desember koppaði Polarstjørnan á bedingsvogninum

Skipið var komið umleið hálva leið úr sjónum, tá óhappið hendi. Tað tók drúgva tíð at semjast um hvussu skipið skuldi fáast á beint aftur.

Umvælingun av Polarstjørnuni verður liðug í vikuni.

Ætlandi fara teir aftur til fiskiskap beinanvegin.

Sambart skipalistanum er Polarstjørnan bygd í Noregi í 1971.