Pison sleppur ikki at landa
Leygardagin kom Pison á Klaksvík fullfermdur.
Teir hava verið á Flemich Kap og hava gjørt ein góðan túr.
Umborð eru 200 tons av frystum toski og kalva.
Skiparin, Eyðstein Sørensen, segði við Dagur & Viku í kvøld, at teir sleppa ikki av við fiskin, tí tað er verkfall.
Hann nevndi í samrøðuni, at fiskurin umborð hevur eitt virði á uml. 9. mill krónur.
Eyðstein segði, at teir hava biði arbeiðarafeløgini um undantak, at fáa fiskin í land. Teir meta seg ikki vera ein part av verkfallinum.
HOYR SAMRØÐUNA HER Dagur og vika | Kringvarp Føroya (kvf.fo)