Pison kom á Klaksvík í 1961
Hetta er línuskipið Pison, sum kom á Klaksvík í 1961, og sum var systirskip hjá Jógvan S, sum Seglhúsmenninir frammanundan høvdu latið byggja á Søviknes skipamiðjuni nær Ålesund í Norra í 1959. Tó var innrættingin umborð á Pison eitt sindur broytt.
Snotulig vóru hesi norsktbygdu línuskipini, sum klaksvíkingar mugu hava verið væl nøgdir við, tí tá Pison kom, var hetta fjórða norsktbygda línuskipið til Klaksvíkar eftir einum ári. Pison kostaði 1,32 milliónir krónir. Í 1963 fingu Seglhúsmenninir eitt líknandi línuskip afturat frá somu skipasmiðju, sum fekk navnið Kvikk.
Teir, sum sigldu við línuskipunum tey fyrstu árini, hildu hetta skipslívið vera strævið, tí tá var ongin skipað frívakt. Onkuntíð kundu vaktirnar koma upp í 20 tímar, og tá var lítil svøvnur, og menn vóru túraðir. Línubátarnir settu einar 200 stampar av línu um samdøgrið, sum skuldu egnast við hond, og ofta stóð á við egningini. Seinni varð hetta broytt soleiðis, at menn fingu fasta frívakt, og tá kom meira buturúr.
Martin Heinesen, sum frammanundan hevði ført sluppina Esther í 14 ár, var fyrsti skiparin á Pison. Skipið varð lagt í 2021, eftir at hava verið til fiskiskap í eini 60 ár. Navnið Pison er úr Bíbliuni, og er navnið á eini á, sum rann úr Eden urtagarðinum, og sum rann rundan um alt landið Havila, har sum gull er at fáa. Símun Waag Høgnesen tók myndina í 1975.
Tað skerivar Jákup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.