Ph.d.-skeið um hav- og vistfrøði
21. august - 1. september 2023 skipa granskarar á Havstovuni fyri spennandi ph.d.-skeiði um sambandið millum hav- og vistfrøðina í eystara parti av Norðuratlantshavinum.
Heitið á skeiðnum er "Ecologically relevant oceanographic processes in the Northeastern Atlantic".
Skeiðið verður hildið á Fróðskaparsetrinum, umborð á Jákup Sverra og á Havstovuni.