Pf. Regn keypt Broðoyanes
Tað gongur skjótt í fiskivinnuni, tí í oktober í 2020 keypti Christian Matisen líniskipið. Hann vónaði tá at vera klárir at fara til fiskiskap longu fyrst í november.
Tað gekk so ikki hjá honum, at fáa fíggjarligt grundarlag í driftina.
Í oktober 2022 vóri bæði Váðasteinur og Borðoyarnes lýstir á tvingsilssølu
Myndina eigur Mj-myndir.
Óla Jákup Kristoffersen, advokatur, hevur biðið um tvingilssøluna, sum var fyrr í dag.
Pf. Regn á Toftum keypt línuskipið Borðoyarnes.
Tað skriva jn.fo
Pf. Regn er eitt felag hjá Framherja Sp/f í Fuglafirði.
Boðoyarnes KG 183 er bygt á Skála skipasmiðju í 1963, og hevur áður havt nønvini Strandingur og Vesturhavið.
Seinastu tíðina hevur Borðoyarnes fyri tað mesta fiskað kalva í Newfoundlandi.