P.f. Regn fær ein part av veiðivirðinum

Litavar leiga Jógvan I

Frystilínuskipið, Jógvan I, fer nú at veiða svartkalva undir Eysturgrønlandi. 

Partafelagið Regn hevur leigað einum felagi í Litava frystilínuskipið til ein ella tveir túrar. 

Litaviska felagið hevur eina stóra kvotu og megnar ikki at fiska hana og hevur tí leitað eftir einum skipi. 

Harafturat kemur, at Jógvan I ikki nógvar fiskidagar eftir. Umframt Jógvan I eigur P.f. Regn Stapan.

Avtalan er, at P.f. Regn fær ein part av veiðivirðinum, upplýsir Annfinn Olsen, reiðari.

Tað skrivar Jóhann Mortensen á kvf.fo ( Mynd Birgir Waag Høgnesen )