Petur Hammer: Soleiðis kann Varðin á Tvøroyri byggja út - fyri framtíðina
Petur Hammer á Tvøroyri hevur lagt eitt uppskot fram um, hvussu Varðin á Tvøroyri, kann byggja út.
Tað ber væl til at byggja virkið hjá Varðanum Pelagic út upp á ein máta, sum ikki elvir til so stóra misnøgd.
Tað heldur Petur Hammer á Tvøroyri.
Sum vit hava skrivað fleiri ferðir, ætlar Varðin Pelagic at byggja út og í tí sambandi skal fyllaast út eystureftir, har eitt nýtt virki til at gera lýsi og protein, skal byggjast.
Men byggingin hevur elvt til eina ávísa ónøgd, tí tað eru nøkur, sum halda, at hetta er eitt stórt inntriv í náttúruna, samstundis sum at fleiri av neystunum fara fyri skeyti. Tað eru eisini nøkur, sum ikki vilja hava, at eitt slíkt ídnaðarvirkið verður bygt framman fyri hjá teimum.
Petur Hammer heldur, at tað ber væl til at byggja út, uttan at gera so stórt inntriv, sum talan her er um.
– Hetta er ikki eitt mótmæli ímóti at Varðin byggir út. Eg taki undir við, at Varðin sleppur at byggja út, leggur hann dent á.
– Men eg haldi, at tað kann gerast, uttan at inntrivið verður so stórt, leggur hann afturat.
Tí hevur hann teknað eina útbygging, har uppfylling verður snarað nøkur stig út frá landi.
Hann heldur, at fleiri fyrimunir eru við hesum uppskotinum.
LES ALT HER Dimma.fo | Soleiðis kann Varðin á Tvøroyri byggja út - fyri framtíðina