Tað verður bara val í Eysturoyar sýslu
Sýsluformansval er til Føroya Fiskimannafelag í ár. Tá ið freistin at stilla upp var farin, varð greitt, at tað bara verður val í Eysturoyar sýslu.
Per Toftegaard (nú á Sýnini) Runavík stillar uppaftur hesa ferð. Jonhard Danielsen úr Søldarfirði stillar eisini upp til sýsluformansvalið.
Í næstum verða atkvøðuseðlarnir sendir út, og freistin at atkvøða er 30. januar 2023. Talt verður upp 31. januar.
Nýggja setan hjá sýsluformonnunum byrjar 1. februar 2023.
Føroya Fiskimannafelag hevur landsfund 28. des 2022 á Hotel Hafnia.