Per Martin Gregersen
Lýsti arbeiðssteðgurin hjá teimum fýra arbeiðarafeløgunum - Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag rakar ikki kommunala sáttmálaøkið.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur ikki sáttmála við omanfyrinevndu fakfeløg, og er sostatt ikki partur av trætuni millum nevndu feløg og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Tað, at kommunurnar brúka sáttmálarnar hjá arbeiðarafeløgunum og Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ikki við sær, at arbeiðarafeløgini kunnu leggja arbeiðið niður á kommunala sáttmálaøkinum.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur ikki kollektivan sáttmála við arbeiðarafeløgini.
Arbeiðsfólk, sum arbeiða í kommununum eru sett í starv individuelt við einstaka kommunala arbeiðsgevaran, og eru tí ikki fevnd av (kollektivt) lýsta arbeiðssteðginum.
Tað er tí ikki rætt, sum formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag, Heri Reynheim sigur í fráboðan síni fyrr í dag, at arbeiðsfólk, sum eru sett í starv hjá kommununum eru fevnd av lýsta arbeiðssteðginum.
Arbeiðsfólk, sum starvast hjá kommununum, SEV og IRF fara sostatt ikki í verkfall, so sum lýst er týsmorgunin 14.05.2024 kl. 00.00 (á midnátt mánakvøldið).
Vegna Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Per Martin Gregersen