Partrolarar og lemmatrolarar missa 10%
Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at minka fiskidagarnar hjá Bólki 2 (partrolarar og lemmatrolarar) við 10% og at minka fiskidagarnar hjá Bólki 3-5 (lína, snella og trolbátar) við 20%.
Harumframt verður mælt til at leingja gýtingarfriðingar og steingja økir fyri vinnuliga veiðu. Fyri at taka atlit til fiskasløg á djúpum vatni verður mælt til, at reglan um at fáa 3 dagar uttan fyri ringin fyri 1 dag innan fyri ringin (3:1) verður broytt til 2:1. Fyri Føroyabanka verður mælt til, at fiskidagatalið í 2024 verður broytt frá 200 til 150 hjá einum blandingi av stórum og smáum fiskiførum við húki (línu ella snellu). Orsøkin er, at hvør fiskidagur væntandi verður meira effektivur, nú toskurin og stóra hýsan á Føroyabanka eru rak í mun til onnur ár.
Tilmælið sæst her.