Partafelagið Varðin ætlar at yvirtaka nakrar ognir hjá einum øðrum partafelagi, Vørðustíggi, sum eigur trolaran Eysturbúgvan
Partafelagið Varðin ætlar at yvirtaka nakrar ognir hjá einum øðrum partafelagi, Vørðustíggi, sum eigur trolaran Eysturbúgvan.
Vørðustíggjur ætlar at gevast.
Varðin ætlar at yvirtaka Eysturbúgvan, fiskidagar til botnfiskiveiðu og gulllaksakvotu.
Yvirtøkan verður umvegis dótturfeløgini hjá Varðanum, Gulenni og Skipafelagið 1.
Gulenni yvirtekur gulllaksakvotuna, og Skipafelagið 1 yvirtekur Eysturbúgvan og fiskidagarnar hjá honum, hevur Kappingareftirlitið fingið fráboðan um.
Gulenni eigur uppsjóvarskipið Tummas T.
Skipafelagið 1 eigur ísfiskatrolarnar Heyk og Stelk.
Tað skrivar kv.fo
Myndina eigur skipalistin.fo

