Pállsdrangur - Hvessingur - Vørðuklettur
Pállsdrangur - Hvessingur - Vørðuklettur
Fyri 57 árum síðani kom Hvessingur aftur á Havnina, haðani hann fór um miðjan novembur 1966. Teir fýra, Osmundur, Elnar, Óla Jákup og Hans Arni úr Lamba, høvdu verið tann drúgva laksatúrin í Eystursjónum og norður ímóti Lofoten. Teir høvdu fiskað væl, men høvdu eisini roynt yvirísing, ódnarveður og fingið sjógv, sum breyt stýriborðskúrin, og sjógvur stóð í lugarinum.
Hvessingur var gamli Pállsdrangur hjá John og Viggo á Geilagarði, sum keyptu hann á vári 1950 og høvdu hann til 1965. Eftir tað kallaðist hann Hvessingur, sum varð umbygdur til hvalaskjótara. Roynt varð eftir hvali, men longu í 1966 varð eisini farið at royna eftir laksi.
Í 1970 varð báturin seldur til Miðvágs og kallaðist Vørðuklettur. Hetta navnið hevði hann eisini, eftir at Ólavur Olsen og Hans Lervig á Toftanesi í 1976 keyptu bátin aftur til Leirvíkar. Í 1990 vóru dagarnir hjá tí 46 ára gamla bátinum taldir, og hann varð søktur í havsins dýpi eystur úr Fugloynni..
Týskvøldið 9. apríl verður hugnakvøld á Bátasavninum. Osmund og Óla Jákup, sum eru um diamantbrúdleypsaldur, fara at siga frá tí sjáldsama, kanska ævintýrkenda, túrinum á hávetri 1966-67 í Eystrasalti og norður ímóti Lofoten. Osmund, skipari, 25 ár, Elnar, bestimaður, 28 ár, Óla Jákup, kokkur, 23 ár og Hans Arni, maskinmaåur, 27 ár.
Eftir steðgin fer Sofus Joesen á Geilagarði, sum vaks upp og var unglingi, tá ið pápin hevði tann góða 60 tonsaran, Pállsdrang, sum róði út um veturin og var til saltfisk og á sild um summarið. Jósleiv, beiggi Sofus, hevur gjørt modell eitt 80 cm stórt modell av bátinum, sum tá er sildabátur, og vísir okkum bátin.
Ta síðstu løtuna fer Ólavur Olsen at siga frá um tey síðstu árini hjá Vørðukletti, tá roynt varð við línu, snellu og gørnum. Eftir 45 ár í drift var báturin útslitin og ótíðarhóskandi, harafturat fjaraði fiskiskapurin burtur í lítið og einki
Hjartaliga vælkomin á Bátasavnið.
Kostnaður 50 kr.