„Arun" fyrv. "Ziska“ seldur til Tvøroyrar

Skal brúkast til loðsbát

Heilsan til Páll Eli Joensen og nýggja loðsbátin Arun, fyrv.  „Ziska“

Tvøroyrar kommuna vil hervið ynskja Páll Eli Joensen hjartaliga til lukku við keypinum av fyrrverandi bjargingarbátinum Arun frá Norðoya Bjargingarfelagi.

Báturin er upprunaliga ein Arun-SAR frá bretska bjargingarfelagnum RNLI, sum kom til Føroya í 2005 og hevur tænt sum bjargingarbátur í Norðoyggjum í yvir 20 ár. Nú fær hesin røkti bjargingarbátur nýtt og týdningarmikið lív sum loðsbátur hjá Tvøroyrar havn.

Hesin „nýggi“ báturin gevur okkum betri og tryggari møguleikar at flyta loðs á fjørðinum og er eitt munandi framstig fyri loðstænastuna á Trongisvágsfirði sigur havnameistarin Rógvi Thorsteinsson.

Báturin kemur eisini væl við, nú Tvøroyrar kommuna fyrireikar seg til at taka ímóti fleiri ferðamannaskipum v.m. Slíkur bátur økir um trygdina á fjørðinum og gevur fleiri møguleikar til at økja um tænastustøðið hjá Tvøroyrar havn.

Tvøroyrar kommuna takkar Norðoya Bjargingarfelagi fyri trúgva og týðandi tænastuna, sum Arun hevur veitt gjøgnum mong ár, og vil samstundis ynskja Páll Eli Joensen blíðan byr við "Arun" framyvir.

Tvøroyrar kommuna - Tvøroyrar Havn

Fakta um bjargingarbátin "Arun"

  • Upprunaligt navn: Newsbuoy

  • Slag: Arun-klassalívbátur frá RNLI (all-weather lifeboat)

  • RNLI-nummar: Arun 52-31, ON1103

  • Bygdur: 1984 í Onglandi til bretsku bjargingarfeløgini

  • Kom til Føroya: 2005, hevur tænt sum bjargingarbátur hjá Norðoya Bjargingarfelagi í umleið 20 ár.

  • Snið: Glasfibursskrog (GRP) og sjálvrættandi snið, harðførur og  megnar sigling í illveðri

  • Innrætting: Stórt, tætt manningarrúm og tvey bjargingarrúm undir dekki við útgerð til fyrstu hjálp

  • Motorar og førleiki: Tveir dieselmotorar, stóra bunkring av olju, og væl egnaður til leitingar- og bjargingartúrar í harðbalnum sjógvi

Tað skrivar heimasíðan hjá Tvøroyrar kommunu