Páll Egilsnes o.fl bjargaðu Sigmundi

Heiðursbrøv vóru givin Manningunum á Fuglbergi og Skorabergi, sum hugsa og virka skjótt, tá teir leggja merkis til, at Sigmundur er dottin ímillum kai og skip.

Tað skrivar Reyðikrossur í samband við at Páll Egilsnes og aðrir bjargaður Sigmundi, sum var dottin ímillum kai og skip, sum lá við bryggju  í Klaksvík.

Teir senda boð eftir hjálp, og Páll letur seg í yvirlivilsisdrakt, tekur ein enda og leypur á sjógv. Ein annar rennur yvir á hitt skipið eftir hjálp. Tveir standa á kaiini og halda eyga við Sigmundi og Pálli. Allir í manningini standa á kaiini og fáa Sigmund og Páll upp á turt.