Óvist um samráðingar við Russland bera á mál
Vit eiga at fyrireika okkum til, at fiskiveiðusamráðingarnar við Russland ikki bera á mál.
Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Landsstýrið viðger í løtuni, um Føroyar skulu samráðast um nýggja fiskiveiðiavtalu við Russland næsta ár.
Støða skal eisini takast til, hvat skal gerast, um 45 ára gamla fiskivinnusamstarvið við russar av onkrari orsøk dettur niðurfyri.
- Leggjast mál upp fyri øllum møguleikum, sigur Dennis Holm.
Hoyr innslag í útvarpstíðindum HER : Óvist um samráðingar við Russland bera á mál | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
Tað skrivar Hansa Hansen á kvf.fo