Ov dýrt at byggja nýtt skip

Norðborg er 16 ára gomul

Uppisjóvarskipið Norðborg fer at liggja á Havnini næsta hálva árið, meðan verksmiðjan verður skift.

Jón Rasmussen, formaður í nevndini hjá Christiani í Grótinum, sigur, at tað er alneyðugt at skifta verksmiðjuna.

Norðborg er 16 ára gomul, og einki er skift á verksmiðjuni hesi árini. 

Upprunaliga ætlanin hjá Christiani í Grótinum var at lata eina nýggja Norðborg byggja, men tann ætlanin var slept, tí tað gjørdist ov dýrt. Nýtt skip hevði kostað meira enn 800 milliónir kr. 

Arbeiðið verður gjørt á Mest, sum fekk arbeiðið í kapping við útlendskar skipasmiðjur.

Tilsamans kosta arbeiðið og nýggja verksmiðjan umleið 140 milliónir krónur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: Skifta verksmiðjuna á Norðborg - ov dýrt at byggja nýtt skip | Kringvarp Føroya

 

Tað skrivar Høgni í Jákupsstovu á kvf.fo