Onki skip, men seldi kvotur fyri upptil 80 - 90 milliónir krónur
Hóast Alex Vilhelm ikki eigur nakað skip hevur hann átt 5 makrelloyvi gjøgnum fýra feløg. Makrelin hava onnur fiskað fyri hann.
Tað skrivar Hansa Hansen á kvf.fo í samband við eitt innslag í Degi & Viku í gjárkvøldið. HYGG HER https://kvf.fo/netvarp/sv/2023/02/23/fiskiloyvi-seld-vid-millionavinningi
Vinningin hava hann og fyritøkurnar deilt millum sín. Umframt hetta hevur Alex Vilhelm eisini átt svartkjaftakvotu. Hesa kvotuna fekk hann sum menningarkvotu tí hann skuldi turka svartkjafti í Vági.
Men nú hevur Alex Vilhelm selt bæði svartkjaftaloyvið og makrelloyvini við milliónavinningi.