Ongin avbjóðari - Heri Reynheim verður formaður í HA
Havnar Arbeiðarafelag fær nýggjan formann á ársaðalfundi felagsins sum verður leygardagin, 4. mars.
Á fundinum undir punkt 1 er val av formanni, men bert eitt uppskot er til formansvalevni og er tað virkandi formaður Heri Reynheim sum tí, verður valdur uttan atkvøðugreiðslu.
Heri tekur við eftir Hans Joensen sum bleiv formaður í Havnar Abeiðsmannafelag, sum seinni tók navnabroyting til Havnar Arbeiðarafelag, í 2003.
Hann varð fyrstu ferð valdur í nevndina í 1997.