Ongar fiskileiðir í føroyskum øki eru fullkomiliga friðaðar ella stongdar fyri fiskiskapi alt árið

Bárði á Lakjuni, spurgdi Dennisi Holm,um forlongdar friðingar á landleiðini

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-053/2024 frá Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni, settur Dennisi Holm, landsstýrismanni, um forlongdar friðingar á landleiðini.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Verður friðingin í Kassa I norður úr Mykinesi longd í 2025 á sama hátt, sum hon bleiv í ár?

2. Verður friðingin í vestara parti av Geiranum norður úr Fugloynni longd í 2025 á sama hátt, sum hon bleiv í ár?

3. Áttu søguliga frægar fiskileiðir, sum hava verið stongdar/friðaðar í mong, mong ár, ikki at verið opnaðar aftur – í hvussu er partvís í eini royndartíð?

4. Hvør er høvuðsætlanin við at friða og steingja? Er tað ikki eitt sindur løgið fullkomiliga at friða og steingja frægar fiskileiðir í áratíggju og ikki at lata upp aftur?

Svar:
Til spurning 1 og 2

Eg skilji spurningin soleiðis, at spurt verður um tær broytingar, sum fyrr í ár vórðu gjørdar í kunngerðini um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðunum. Broytingarnar, sum m.a. fevndu um leiðir í kassa I og vestara part av Geiranum, bóru í sær, at tíðarskeiðið fyri gýtingarfriðingini byrjar fyrr og endar seinni.

Broytingarnar vórðu, saman við øðrum stovnsrøktarátøkum, gjørdar fyri at verja toskastovnin á landgrunninum, sum er mettur at vera sera illa fyri.

Ongar ætlanir eru í løtuni um at broyta galdandi kunngerð um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum í teimum økjum spurt verður um.

Til spurning 3
Sum eg skilji spurningin, snýr hann seg um trolfriðingar á føroyska landgrunninum. Í løtuni eru ongar ítøkiligar ætlanir um at broyta reglurnar, sum friða ávísar leiðir í føroyskum sjógvi fyri veiðu við troli og øðrum reiðskapi.

Til spurning 4
Tá fiskileiðir í føroyskum sjógvi hava verið friðaðar, verður ofta skilt millum tvey høvuðsendamál:

Tað fyrra er at skilja sundur reiðskap, húk og trol, sum illa fær roynt á somu leiðum samstundis. Hetta var fremsta endamálið við meginpartinum av teimum stóru trolfriðingunum, sum komu á landgrunninum í 1990-unum.

Hitt høvuðsendamálið við økisfriðingum er knýtt at lívfrøðiligu stovnsrøktini. Eitt dømi um slíkar friðingar er tíðaravmarkað friðing av gýtingarleiðum, sum eru settar í verk fyri at verja serliga gýtandi tosk, men eisini í ávísan mun gýtandi upsa. Gýtingarfriðingar eru galdandi ein part av árinum í ávísum gýtingarøkjum. Annað dømi um friðingar, sum skulu verja búøki, eru t.d. nøkur smá korall-øki, sum eru friðað fyri allari troling.

Harafturat verða fiskileiðir bráðfeingis stongdar, um íblandingin av ungfiski í veiðini er ov stór.

Ongar fiskileiðir í føroyskum øki eru fullkomiliga friðaðar ella stongdar fyri fiskiskapi alt árið.

Tað er rætt, at nógvar av trolfriðingunum hava verið galdandi óbroyttar í nógv ár, men sum sagt, eru í løtuni ongar ítøkiligar ætlanir um at broyta regluverkið á økinum.

Dennis Holm
landsstýrismaður