Ongantíð áður hava Føroyar útflutt so nógv til Russlands í fyrsta ársfjórðingi sum í ár

Útflutningurin til Russlands setir met

Hagstovan er júst liðug við uppgerðina, sum vísir vøruútflutningin til Russlands í ár, og útflutningurin setir met. Samlaði útflutningurin av vørum til Russlands er 620 milliónir krónur, fyrsta ársfjórðing. Útflutningurin til Russlands er í høvuðsheitum makrelur og sild. Við í tølunum fyri fyrsta ársfjórðing er eisini sølan av trolaranum Gadus, sum varð seldur til Russlands fyri 60 milliónir krónur.

Í 2021 útfluttu Føroyar vørur fyri 2,3 milliardir krónur til Russlands. Hetta er tað mesta nakrantíð. Tá líktust tølini fyri hvønn ársfjórðing tølunum fyri fyrsta ársfjórðing í ár. Men enn er ov tíðliga at siga, um 2023 eisini fer at vera eitt metár í samhandlinum við Russland, sigur Kári Holm Johannesen, deildarleiðari á Hagstovuni.

Føroyar útfluttu fyri tilsamans góðar tríggjar milliardir í fyrsta ársfjorðingi, og tí er útflutningurin til Russlands 19 prosent av samlaða útflutningsvirðinum fyrsta ársfjórðing í ár.

Tølini umboða bara sølu av vørum til Russlands. Tølini fyri sølu av tænastum eru ikki tøk fyrr enn árið er liðugt, sigur Hagstovan.