Óljóð, ið stava frá virkseminum, sum er á havnarøkinum í Norðhavnini í Klaksvík
Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um handfaringina hjá Klaksvíkar kommunu av áheitanum um óljóð, ið stava frá virkseminum, sum er á havnarøkinum í Norðhavnini í Klaksvík.
Tað skrivar felagið Heimafriður.
Umboðsmaðurin gav Klaksvíkar kommunu eina átalu fyri handfaringina av áheitanunum grundað á, at Klaksvíkar kommuna ikki kundi skjalprógva fyri umboðsmanninum, at klagarin hevði fingið greiða afturboðan um, hvat kommunan fór at gera í sambandi við áheitanirnar.
Umboðsmaðurin minti á skylduna at svara og journalisera og heitti samstundis á kommununa um at taka hædd fyri støðuni, tá býráðslimir fáa áheitanir umvegis privatar samskiftismiðlar, ið tørva eina fyrisitingarliga viðgerð. At enda mælti umboðsmaðurin kommununi til at gera mannagongdir og reglugerð um óljóð í sambandi við leiklutin hjá kommununi sum eftirlitsmyndugleiki á umhvørvisverndarøkinum
Ein borgari klagaði til umboðsmannin um handfaringina hjá Klaksvíkar kommunu av áheitanum klagarans um óljóð, ið stavaði frá virkseminum á havnarøkinum í Norðhavnini.
Klaksvíkar kommuna upplýsti, at í sambandi við áheitanir um óljóð setti kommunan seg í flestu førum í samband við fráboðara gjøgnum telefon. Umboðsmaðurin skilti eisini á frágreiðingini, at telefonsamrøðurnar ikki vórðu skrásettar sum telefonnotat.
Umboðsmaðurin fekk ikki mett um, hvørt Klaksvíkar kommuna hevði givið klagaranum eina nóg greiða afturboðan í sambandi við mongu áheitanirnar um óljóð, ið klagarin hevði sent kommununi.
Umboðsmaðurin vísti í hesum høpi á týdningin av, at kommunan hevur eina greiða mannagongd fyri hvør, ið hevur ábyrgdina av at svara einari áheitan, ið verður send kommununi, soleiðis at áheitanir ikki detta niðurímillum.
Í sambandi við støðuna har býráðslimir móttaka áheitanir um óljóð, minti umboðsmaðurin Klaksvíkar kommunu á, at býráðslimir aloftast bæði hava eina støðu sum politikkari og eina støðu sum umsitari/avgerðarmyndugleiki í einari kommunalari nevnd. Sum myndugleiki hava býráðslimirnir tá, eins og starvsfólk hjá kommununi, skyldu at tryggja sær, at skjøl, sum hoyra til eitt fyrisitingarligt mál, verða skrásett og tøk hjá viðkomandi málsviðgera.
Umboðsmaðurin viðgjørdi eisini leiklutin hjá Klaksvíkar kommunu sum eftirlitsmyndugleiki á umhvørvisverndarøkinum.
Undir viðgerðini kom fram, at óljóð frá skipum er fevnt av einari felagskommunalari reglugerð, ið kom í gildi í 2021, men henda reglugerð fevnir ikki um óljóð frá frystibingjum á havnarøkinum.
Umboðsmaðurin spurdi tí Umhvørvismálaráðið hvør støðan var viðvíkjandi óljóði á havnarøkjum, ið ikki stavaði frá skipum.
Umhvørvismálaráðið greiddi umboðsmanninum m.a. frá, at Umhvørvisstovan í 2011 hevði latið eina vegleiðing gera, ið setti nøkur markvirði fyri óljóð frá virksemi, eitt nú á einum havnarøki, men at ráðið helt tað vera ivasamt, um kommunurnar høvdu neyðugan kunnleika til hesa vegleiðing. Ráðið upplýsti fyri umboðsmanninum, at ráðið fór at heita á Umhvørvisstovuna, um at veita kommununum kunning um vegleiðingina. Umboðsmaðurin tók hettar til eftirtektar.
Samanumtikið gav umboðsmaðurin Klaksvíkar kommunu eina átalu fyri handfaringina av áheitanum klagarans um óljóð. Umboðsmaðurin grundaði hesa fatan á, at Klaksvíkar kommuna ikki hevði skjalprógvað fyri umboðsmanninum, at klagarin hevði fingið greiða afturboðan um, hvat kommunan fór at gera í sambandi við tær ymisku fráboðanirnar og klagurnar, og at handfaringin ikki samsvaraði við góðan fyrisitingarsið ella vegleiðingarskylduna í § 7, stk. 1 í fyrisitingarlógini.
Grundað á frágreiðingina frá Umhvørvismálaráðnum og vegleiðingina frá Umhvørvisstovuni um óljóð, mælti umboðsmaðurin Klaksvíkar kommunu til at gera mannagongdir og reglugerð um óljóð í sambandi við virksemi, har Klaksvíkar kommuna er eftirlitsmyndugleiki. (LUM 23/11561)
Álitið kann takast niður her: https://www.lum.fo/alit-um-handfaringina-hja-klaksvikar...