Ólavur til Nólsoyar í næstum
Fyrireikarnir afanfyri Grunnin Ólavur spyrja á facebook, um tað er nakar sum hjálpir teimum at pumpa, tí síðstu dagarnar hevur verið ógvuliga lítið vatn/sjógvur í Ólavi.
Teir spyrja "er nøkur vinarlig sál sum hjálpir okkum at halda lens ella er báturin við at blíva tættur, takk fyri hjálpina annars".
Sum vit her á síðuni nevndu longu 7. okt, 2023 -so var Ólavur keyptur av einum grunni og ætlanin var at sleipa hann til Nólsoyar.
Nú skrivar Grunnurin Ólavur VN 138: at ætlanin er at sleipa bátin til Nólsoyar ein av fyrstu døgunum tá ið tíð, veður og streymur ganga upp í eina hægri eind.
MYNDARØÐ NIÐANFYRI - Myndir Birgir Waag Høgnesen