VIDEO: Ólavur í Geil tosar við Birgir Waag Høgnesen, rithøvund
Ólavur í Geil tosar við Birgir Waag Høgnesen, rithøvund, um nýggju bókaútgávu hansara "Reynsatindur og Olaf í Garðastovu." Hetta er fjórða bókin í røðini "Teir tóku kjansin."
TRYST HER HOYR SAMRØÐUNA https://www.bluefaroeislands.com/post/bfi-samroda-birgir-waag-hognesen-reynsatindur-og-olaf-i-gardastovu-nyggj-bokautgava
Soleiðis verður skrivað um bókina: Í 21. mai 1983 legði størsti trolari í vesturheiminum at molanum í Havn - Reynsatindur. Longu tvey ár seinni varð hann seldur á tvingsilsølu. Nýggju eigararnir, sum góvu skipinum navnið Olaf í Garðastovu, fingu tað heldur ikki at bera til. Greitt verður frá lívinum umborð, samrøður eru við menn og fleiri av teimum gentunum, sum vóru við; greitt verður frá tí politiska partinum, sum gjørdi av, hvør skuldi fáa skipið - m.a. hví fuglfirðingar, sum fingu innflutningsloyvi til skipið í 1982, tvær ferðir vóru við skerdan lut.