Ólavur aftur á sjógv

Fyrireikararnir siga at teir ætla at sjóseta Ólav leygardagin 02.03.24.

Teir siga soleiðis á facebook

Sjóseting

Leygardagin komandi 02.03.24 er ætlanin at sjóseta Ólav, vit vita ikki 100% um tað lukkast, kranaførarin váttar einaferð seint í morgin um hann verður liðugur við tað uppgávuna sum hann er í gongd við nú, so eg fái heldur ikki uppgivið nakað klokkuslett enn, veldst eisini um veður og vind.

Til hetta og aðrar uppgávur í sama umgangi vilja vit loyva okkum at bíðja um onkrar tænastur um onkur vil.

1 Í samband við at kranin eftir ætlan skal flyta bátin á sjógv í tveimum lyftum so er tørvur á 4+ persónum til at hjálpa við stroppum og at flyta stativi ið Báturin stendur á.

2 Í samband við sjálva sjósetingina hevði verið gott við einum báti ið klárar at sleipa bátin frá uml. gomlu ferjuleguna yvir í bátahylin í krókin aftanfyri Vesturbúgvan.

3 Tá Báturin er sjósettur og kanska tað fyrstu tíðina kann ein træbátur ofta leka, vónandi ikki ov illa, so um nakar hevur hug at hjálpa til við nøkrum vaktum og evt. passa pumpir, so høvdu vit verið ógvuliga takksom, jú fleiri jú betur, eg sjálvur komi at verða har stóran part av tíðini teir fyrstu dagarnar.

Sum forkláring upp á hvør planurin er og hví vit gerða sum vit gerða, so hevur Ólavur staði rættiliga leingi á landi og tá er vandi fyri at timbri á skrokkinum “trúttnar” hann er kalifatraður og bikaður í vetur og vónandi gongur skjótt at fáa hann fløskutættan aftur.

Um einar tvær vikur, ella tá veður og streymur er eftir vild, verður hann so sloypaður til Nólsoyar og tikin upp á land har ið timburarbeiði vm kemur at verða gjørt.

Vinarliga seti tykkum í samband við meg ella Bárður Nielsen um tit han møguleika at traðka til, best at vita fyri vist um nakar kemur so at vit ikki standa einsamallir við Krananum tá hann kemur.

Vit bjóða Kaffi og gott huglag