Nú má ágangurin á fiskivinnuna steðgast
Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, hevur í dag biðið um fund við Fíggjarmálaráðið.
Orsøkin er, at Fíggjarmálaráðið ikki hevur borið seg etiskt rætt at, tá ið tað í óðum verkum ætlar at leggja hægri gjøld á ein samfelagsbólk, fiskimenn, uttan at vit hava fingið ætlanina til hoyringar fyrst.
Tað hevur verið siðvenja at boða frá, tá ið lógir verða gjørdar ella broyttar. Vit hava sent skriv til Fíggjarmálaráðið, har vit mótmæla skeivu mannagongdini.
Í skrivinum vísa vit á, at hesin bólkur longu hevur so nógv eykagjøld, at nýggja ætlanin er í stríð við góðan etikk.
Nú má ágangurin á fiskivinnuna steðgast!
Jan Højgaard, formaður, Føroya Fiskimannafelag