Øssur er nýggjur ráðgevi í Vinnuhúsinum
Í farnu viku byrjaði Øssur M. Dalbúð í starvi sum ráðgevi í Vinnuhúsinum.
Øssur M. Dalbúð er útbúgvin Cand.merc.aud. og hevur seinastu árini starvast sum ráðgevi í BankNordik. Uppgávurnar hjá Øssuri í Vinnuhúsinum verða ymiskar. Hann kemur m.a. at ráðgeva vinnugreinafeløgunum Havbúnaðarfelagið, Føroya Ráfiskakeyparafelagi og Sjóvinnufelagið. Hartil kemur Øssur m.a. at ráðgeva um uttanlandshandil og at umsita ymiskt innan hetta økið.
PS: Øssur M. Dalbúð er best kendur sum fótbóltsspælari (mynd)