Økja um miðlingina av veðurtíðindunum
Veðurstovan fær 700.000 kr aftrat í 2023, sum skulu brúkast til at gera veðurtíðindi meira atkomandi hjá føroyingum
Játtanin til Veðurstovu Føroya hækkar næsta ár úr 8 mió. krónum upp í 8,7 mió. krónur.
Tað sæst í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023, sum nú er almannakunngjørt og lagt fyri løgtingið.
Gagnar útróðrinum
Endamálið við at hækka játtanina er fyrst og fremst at økja miðlingina av veðurtíðindunum og gera tað lættari hjá fólki at kunna seg um veðrið.
Hetta skal m.a gerast á egnari heimasíðu hjá Veðurstovuni og sum frálíður eisini í sjónvarpi og útvarpi.
Eisini arbeiðir Veðurstovan við at uppstiga veðurstøðirnar í Mykinesi, Fugloy og á Eiði fyri at fáa neyvari mátingar frá hesum lokalu økjunum. Serliga kemur hetta væl við hjá útróðarmonnunum norðanfyri.
Stór menning
Veðurtænastan varð yvirtikin í 2009. Uppgávan hjá Veðurstovuni er at menna føroyska veðurtænastu, gera veðurforsagnir, kunna um veðrið til føroyska brúkaran á hóskandi pallum og at standa fyri viðkomandi veðurmátingum kring landið.
Seinastu árini er stór menning farin fram á økinum. Veðurstovan hevur yvirtikið partar av uppgávunum frá danska veðurstovninum, DMI, og ætlanin er at yvirtaka enn fleiri uppgávur frá DMI í 2023.
Tveir veðurfrøðingar vórðu settir í starv í 2021, og í fjør vórðu deildarleiðari og hálvt triðja fólk sett í starv á Veðurstovuni. Umroknað til fulltíðarstørv eru fimm og eitt hálvt starvsfólk á Veðurstovuni, og næsta ár verður hetta eitt fleiri.