Oddvør handaði Torleifi gávu á 5.000 kr. frá Kiwanis Eysturoy.
Kiwanis Eysturoy stuðlar Sjómansmissiónini
Leygardagin, 11. februar, hevði Kiwanis Føroyar fund í felagshúsinum í Havn. Har vóru eisini Kiwanis limir úr Íslandi, sum vóru og vitjaðu Kiwanis Føroyar, ið samstarva um ymisk hjálparátøk.
Tað skrivar Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari á facebook-vanganum hjá Føroysku Sjómansmissiónini.
Kiwanis stuðlar treingjandi børnum í heimaøkinum (lokalt) og tjóðarøkinum (nationalt) og altjóða (internationalt). Stuðulin í heimaøkinum og tjóðarøkinum avgera staðbundnu nevndirnar. Tá Kiwanis stuðlar góðum altjóða hjálparátøkum, er tað altjóða leiðslan, sum tekur støðu til stuðulin.
Peningurin er frá limum felagsins, sum eisini skipa fyri ymiskum átøkum, fyri at fáa pening til hjálpararbeiðið.
Á áðurnevnda fundi var Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, boðin við, fyri at greiða frá arbeiðinum hjá sjómanskvinnuringunum. Felagið vildi hoyra meiri um tað ósjálvsøkna kærleiksarbeiðið, sum ringarnir hava gjørt í skjótt hundrað ár. Serliga ynsktu tey at hoyra um jólapakkar og aðra umsorgan fyri sjófólkinum.
Hóast Kiwanis stuðlar mest treingjandi børnum, vildu felagsskapurin eisini stuðla arbeiðinum hjá Føroysku sjómansmissiónini. Grundgevingin var, at hjúkla vit um sjófólkið og gleða tey, so hjúkla vit og gleða alla familjuna - íroknað børnini.
Oddvør Hansen, forkvinna, fyri Kiwanis Eysturoy, handaði Torleifi skjalið við gávu á 5.000 kr. frá Kiwanis Eysturoy.
Hann takkaði hjartaliga fyri gávuna, sum kemur væl við og er eitt herðaklapp fyri arbeiðið.
Mynd: Kiwanis.