Nýtt skip á Fuglafirði
Í gjár lá nýggjasta danska fiskiskipið, Astrid S. 265, á Fuglafirði. Teir landaðu uml. 1200 tons av makreli til Pelagos. Skipið varð doypt 6. august og er sostatt bara góðar tveir mánaðir gamalt.
-Hetta er eitt stórt og gott skip, sum er 92 metrar langt. Tað er 17 metrar breitt frammi á bógnum og so breiðkast tað aftur eftir, so tað er 18 metrar breitt afturi á hekkuni. Lastin er 3200 kubikmetrar. Tað sigur skiparin og ein av eigarunum, Johannes Johansson.
-Skrokkurin er gjørdur í Póllandi, og skipið er gjørt liðugt hjá Karstensen í Skagen. Astrid hevur allarnýggjastu útgerð til skip av hesum slagi og er útgjørt bæð til trol- og nóta fiskiskap, sigur Johannes.
-Ja, hetta er eitt gott skip, og motorurin er ein 10.000 hesta Wartsila. Hann er mest økonomiski dieselmotorur, sum finst her og nú. Tað sigur............LES ALLA GREININA HER https://www.facebook.com/sjomansmissionin
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook-vangan sínum.
Myndina eigur TJ-myndir