Nýtt sjósavn við nýggjum stjóra

Samrøður við Bjørki Geyti Heina Hátún

Eitt nýtt framkomi sjósavn stendur væntandi liðugt í 2027.

Føroya Sjósavn var sett á stovn í 2006, við ti endamáli, at sýna fram dýr og plantur sum liva í sjónum á okkara leiðum. Føroya Sjósavn heldur til í gamla íshúsinum á Argjum.

Tað skrivar kvf.fo.

Nú skulu vit hava nýtt framkomi sjósavn, sum væntandi fer at kosta millum 80 og 90 milliónir kr. Sjósavnið fer at rúma fjølbroyttum virksemi og skal virka sum ein altjóða vitanardepil fyri havumhvørvið í arktiska økinum.

Eldsálin, Bjørki Geyti, ið setti Føroya Sjósavn á stovn og hevur staðið á odda fyri tí øll árini, hevur lagt frá sær fyri aldur. Í hansara stað er Heini Hátún settur at standa fyri arbeiðinum at projektera, byggja og reka nýggja sjósavnið.

HOYR SAMRØÐURNAR HER Góðan morgun Føroyar | Kringvarp Føroya (kvf.fo)