Nýggjur tekniskur leiðari í starv hjá Varðanum.
Sum nýggjan tekniskan leiðara hevur Varðin sett Sámal Joensen. Sámal kemur frá einum starvið, sum leiðari hjá Mest á Skála. Hetta starvið hevur hann røkt tey seinastu árini. Sámal hevur útbúgving bæði sum maskinsmiður og skipsførari og hevur eisini siglt úti í verð.
Dávid Jacobsen kom í starv á skrivstovuni hjá Varðanum í 2006, og hevur í hesi seinastu 17 árini røkt starvið sum tekniskur leiðari. Dávid er ein av eigarunum av Varðanum og var við til at stovna felagið í 1985.
Dávid sigldi sum maskinstjóri við Tróndur í Gøtu og Finnur Fríða, ið bleiv leveraður í 2003. Eftir øll hesi ár sum tekniskur leiðari, hevði Dávid ynski um at minka um arbeiðsbyrðuna.
Dávid kemur nú at taka sær av ymiskum verkætlanum og kemur eisini at umboða felagið í ymiskum nevndum, umframt at hann eisini er nevndarformaður í Varðanum.