Nýggjur sølustjóri hjá Magn
Julian Johansen er settur sum sølustjóri í orkufelagnum Magn.
Julian er 33 ára gamal, og hevur bæði fjølbroyttar og drúgvar sølu- og leiðsluroyndir, verður sagt.
Hann hevði verið søluleiðari í LM Electric í átta ár, tá hann saman við øðrum stovnaði heilsøluna NORT fyri skjótt tveimum árum síðan.
Julian er kanska best kendur sum hondbóltsvenjari, har hann saman við Mark Marcher hevur stýrt úrmælingunum á U21-landsliðnum, umframt at hann er hjálparvenjari á manslandsliðnum.