Fekk tað sama sum Fiskimannafelagið og Maskinmeistarafelagið
Føroya Skipara-& Navigatørfelag og Reiðarafelagið fyri Handilsskip skrivaðu herfyri undir nýggjan tvey ára sáttmála.
Formaðurin í FSN segði í DEGI & VIKU, aftaná undirskivingina, at felagið hevði gloymt (av serligum orsøkum)at siga sáttmálan upp, men tað var eingin trupuleiki fyri mótpartin.
Hóast Navigatørfelagið ikki var við tá Fiskimannafelagið og Maskinmeistarafelagið skrivaðu undir, so hevur felagið nú eisini skriva undir sáttmálan, sum er júst tann sami sum hini feløgini fingu.
Semjan inniberð vanliga lønarkarmin sum er fyri 1 árið 3,80% og 2. árið 4,04% eins og Fiskimannafelagið og Maskinmeistarafelagið fingu.
Eins og í sáttmálanum hjá Fiskimannafelagið og Maskinmeistarafelagið er sáttmáli eisini gjørdur við Navigatørfelagið um tænastuskipini hjá Bakkafrost, sum nú eru komin undir sersáttmálan fyri frálandavinnu skip, t.v.s. at limirnir í FSN/Fiskimannafelagnum/Maskinmeistarafelagnum fluttir í arða lønartalvu, sum er er væl hægri enn tann sum er galdandi fyri Handilsskip.
Øll feløgini fingu nakrar tillagingar um viðbøtur o,a inn í §14 í høvðussáttmálanum.
FSN fekk tó semju um eitt protokolat um ” skiftisdagar”. Tað er um dagar tá sjófólk koma umborð og í land sama dag.