NÝGGJUR PODDUR: ONKI UM MEG UTTAN VIÐ MEG

Hvussu fyribyrgja vit happing á einum arbeiðsplássi

Hetta slagorðið verður brúkt í ymiskum høpi, eisini innanfyri organisatiónssálarfrøði tá talan er um m.a. happing. Tað, sum liggur í orðingini er, at á arbeiðsplássinum eiga vit ikki at tosa UM hvønn annan, men heldur VIÐ hvønnannan.

Herfyri spurdu vit á sosialu miðlunum, hvørji evni tit, lurtarar, mettu átti at verðið tikin upp í Verkavarpinum. Sera nógv góð boð komu inn, takk fyri tað!

Vit valdu tó evnið "happing á arbeiðsplássinum/happing millum vaksin" hesaferð.

Í poddvarpsstudio eru komin Erling Fles, sálarfrøðingur, og Birita Fritleifsdóttir Kjærbech, nevndarlimur í Starvsfelagnum.

Vit trý viðgera happing; hvat er happing, hvør loysn er uppá happing, hvussu kann man fáa hjálp, og síðst men ikki minst, hvussu fyribyrgja vit happing á einum arbeiðsplássi.

Hoyr poddin her á Spotify ella á Apple Podcasts

https://www.buzzsprout.com/1735160/12988414

Tað skrivar Føroya Arbeiðarafelag á síni facebook-vanga

Verkavarpið