Nýggjur listi yvir virkir og skip, sum útflyta til Turkaland

27 virkir og skip á listanum

 

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur fingið váttað at listin yvir føroysk fiskavirkir, verksmiðju- og frystiskip er góðkendur. Av teimum íalt 64 virkjunum og skipunum, ið kunna útflyta til ES, eru nú íalt 27 sum kunnu útflyta til Turkaland. 

Í 2025 vóru í alt 44 heilsuváttanir undirskrivaðar til Turkaland. Talan var serliga um pelagiskan fisk og upsa, sum varð útfluttur til Turkaland.

Dagførdi listin er á heimasíðuni TROIS (Approved Establishment System of the Republic of Turkiye). 

Heilsufrøðiliga starvsstovan arbeiðir áhaldandi fyri at fáa betur marknaðaratgongd til ymisk lond.  Fyri at finna løggildingar og góðkenningar hjá øllum virkjum, sum útflyta er møguligt at velja " Góðkenningar" undir Matur og matvøruframleiðsla á www.hfs.fo

Her er listin  Türkiye Cumhuriyeti Onaylı İşletme Listesi