Nýggju veiðigjøldini í samband við uppsjóvarfisk koma í gildi 1. august

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjamálum, hevur í dag lýst kunngerð um veiðigjøld.

Nýggja kunngerðin ásetir veiðigjald fyri makreli, sild og svartkjafti frá 1. august í ár til 31. juli næsta ár.

Sambært kunngerðini er veiðigjaldið: 

- 1,45 krónur fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av
makreli.

- 0,87 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av sild.

- og 0,40 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av svartkjafti.

Kunngerðin kemur í gildi týsdagin 1. august.