Nýggj skipabók um Reynsatind & Ólaf í Garðastovu komin
Tá føroyingar keyptu størsta trolara í vesturheiminum
Birgir Waag Høgnesen hevur givið nýggja bók út í røðini “Teir tóku kjansin”.
Fjórða bókin í røðini “Teir tóku kjansin” er komin í bókahandlarnar. Tað er Birgir Waag Høgnesen sum gevur út.
Í 1983 keyptu føroyingar ein italskan risatrolara til svartkjaftaveiðu, og í bókini verður greitt frá, at politikkur spældi ein leiklut, tá ið avgjørt varð, hvør skuldi hava skipið. Tvey reiðarí royndu seg, men hvørki av reiðaríunum megnaði at fáa raksturin at standa upp og niður.
Vit lesa um trupulleikarnar í sambandi við fiskiskapin, fiskavirkingina umborð og søluna av fiskinum. Greitt verður frá lívinum umborð, og nógvar samrøður eru í bókini, m.a. við fleiri av mongu gentunum, sum vóru við skipinum, til tað varð selt av landinum – bert fimm ár eftir, at tað kom í føroyska flotan.