Nýggj farmaruta til Scrabster

Hetta er eitt frambrot fyri føroyska framaflutningin

Svartfoss, Polfoss og Holmfoss fara at skiftast um at koma vikuliga á Havnina beinleiðis úr Noreg.

Faroe Ship verður frá komandi mánadegi knýtt í Orange Line hjá Eimskip, nú nýggj farmaruta verður skipað frá vesturstrond Noregs til Føroya.

Rutan verður røkt av skipunum Svartfoss, Polfoss og Holmfoss, sum fara at skiftast um at koma vikuliga á Havnina beinleiðis úr Noreg. Fráferðin úr Føroyum verður mánakvøld til Scrabster umvegis Grimsby til Velsen í Hollandi. Nýggja siglingarætlanin er eisini ein betran í mun til verandi rutu til Scrabster. 

Hetta er eitt frambrot fyri farmaflutning millum Føroyar og Noreg, og eisini er hetta eitt stórt framstig fyri føroysku útflutningsvinnuna, nú tað hvønn mánadag verður gjørligt at senda fisk niður á europeiska marknaðin.  


Bogi P. Nielsen, stjóri á Faroe Ship, fegnast stórliga um nýggju farmarutuna og sær hetta sum ein nýggjan spennandi møguleika innan farmaflutning. Talan er um eitt stórt framstig í tí tænastu, Faroe Ship kann bjóða føroyska vinnulívinum – bæði tá tað snýr seg um innflutning, og tá tað snýr seg um útflutning.

Fyrsta koma á Havnina frá vesturstrond Noregs verður mánadagin 8. mai, og sama kvøld verður fyrsta fráferðin til Scrabster. 

Tíðindaskriv frá Faroe Ship