KVF: Nýggj vetrarskrá, men eingin sending um fiskivinnuna

HVAR ER FISKIVINNAN Í VETRARSKRÁNNI HJÁ KVF?

Eitt stórt tyssi av føroyskum sendingum. Soleiðis skrivar KVF í sínum tíðindaskrivi.

Vetrarskráin í kringvarpinum er farin í gongd, og eins og undanfarin ár er nógv gott og fjølbroytt tilfar á skránni, sigur leiðsaln í KVF, men ikki eitt orð um fiski- ella sjóvinnuna í nýggju vetrarskránni.

Vit í Føroya Fiskimannafelag spyrja: Hvar er fiskivinnusendingin, fiskivinnutátturin ella sendingin um sjóvinnuna. Eru ikki góðar fakligar grundgevingar fyri einum føstum tátti í KVF um tað virksemið, sum hevur við fisk at gera?

Fiskur – fiskiveiða, aling og fiskavirking – stendur fyri stórum parti av lønargjaldingunum og nógv størsta partin av útflutningsvirðinum. Samstundis er tað eisini ein veruleiki, at fiskivinnan er forsømd í okkara útbúgvingarskipan og at færri og færri hava eitt ítøkiligt samband við fiskivinnuna.

Hetta seinasta ger seg ikki minst galdandi í høvuðsstaðnum, har tað man vera langt ímillum, at tú møtir fólki, ið tú veitst eru til skips ella arbeiða á einum fiskavirki. Men tað kann ikki vera so, at tað er persónliga umhvørvið hjá KVF-starvsfólkum, sum avger tann professionella sjónarringin hjá KVF – tá ger man seg sjálvan til skjótiskivu fyri uppibornum Café Latte-prikum.

Á Fiskivinnutinginum, sum Føroya Fiskimannafelag skipaði fyri á Sjómannadøgunum, kom mangt fram, sum bendir á, at fiski- og alivinnan eru á veg inn í eitt nýtt tíðarskeið, sum fer at verða merkt av stórum broytingum, bæði umborð og á landi. Vit fara at uppliva
- troytan av fiskasløgum, sum ikki hava verið fiskað áður
- gagnnýtslu og meirvirking av øllum tí livandi, ið verður tikið úr sjónum
- eitt økt og skipað samstarv millum framleiðarar, almennar stovnar og privat virkir, tá tað kemur til gransking, menning av vørum og grønt umskifti
- størri dent á fak og gransking, sum hava við fiskatilfeingið at gera osfr. innan alt skúlaverkið

Við øðrum orðum: Ein broyting, sum fer at hava við sær, at ungdómurin frá at hava vent sær frá fiskivinnuni, fer at útbúgva seg til at gerast partur av henni. Fiskivinna er undir øllum umstøðum týðandi táttur í okkara samfelag, og har henda alla tíðina broytingar, og KVF plagdi at vísa henni ans.

Hugsaði KVF-leiðslan annarleiðis í 80-unum?

25. sept. 1985 sendi útvarpið soljóðandi tíðindaskriv til miðlarnar undir yvirskriftini, ið helst skuldi markera, hvørji øki, KVF vildi leggja dent á:

”Vetrarskrá í útvarpinum - ungdómur og fiskivinna

Í tíðindaskrivinum stóð soleiðis at lesa:

Serligur dentur verður lagdur á fiskivinnuspurningar og ungdómsspurningar í tí nýggju vetrarskránni hjá útvarpinum.

Hvønn mánadag og hvønn hósdag klokkan 11 fyrrapartin fer útvarpið at hava fiskivinnutátt, har allir aktuellir spurningar og tíðindi úr fiskivinnuni verða lýstir.

Teir báðir Jákup Andreasen og Sigmar Bláberg fara at stíla fyri hesi sendingini, sum er ætlað manningunum á fiskiflotanum undir Føroyum.

Hevur KVF "gloymt" høvuðsvinnuna í síni vetrarskrá 2023/2024 …? Ella hevur góðar grundgevingar fyri, at vinna – herundir fiski- og sjóvinna – ikki eigur at hava fastan tátt í skránni hjá tjóðarkringvarpinum?”

Tað er hugstoytt og spell, at fiskivinnan ikki hevur fingið ein fastan tátt í vetrarskránni hjá KFV. Undir øllum umstøðum átti tað umskiftið, sum stendur fyri framman, at havt elvt til ein fastan fiskivinnutátt í vetrarskránni. 

 

 

 

 

Lesarin kann sjálvur meta um innihaldið í tíðindaskrivinum hjá KVF 2023 niðanfyri:

Vetrarskráin í Kringvarpinum er byrjað, og eins og undanfarin ár er nógv tilfar á skránni – bæði nýtt og gott gamalt. Tú kanst hugdýpa teg í poddvarpsrøðum, lata teg kveikja av dokumentarsendingum ella bara murra við til góðu rútmurnar í útvarpinum. Og alt kringvarpstilfarið er altíð tøkt á kvf.fo og á fleiri øðrum pallum. 

Nýggjar sendingar í útvarpinum
Í útvarpsskránni eru fýra nýggjar sendingar hesa vetrarskránna. “Vágskálin” er ein teirra. Talan er um eina ummælarasending, ið byggir á forvitni og upplýsing, har ymiskt mentanarligt tilfar verður ummælt, eitt nú bøkur, filmar, leikir og list. “Vágskálin” verður send mikudagar eftir tíðindini kl. 17.00. 

Gott tilfar verður hvønn leygardag fyrrapart. Frá kl. 10-12 fara vertirnir Leif Láadal og Ingi Rasmussen, saman við skiftandi gestum og paneli, at taka saman um vikuna, ið fór, í nýggju sendingini “Vikan”. Talan er um eina hugnaliga leygardagssending, har huglagið er “kaffi og morgunbreyð við eitt sindur av djúsi afturvið”. 

"Samværi" er nýggj røð, sum Dania O. Tausen og Beinir Bergsson leggja til rættis. Beinir og Dania, sum sjálv eru listafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list. Vertirnir tosa á jøvnum fóti við gestalistafólkini, og somuleiðis verða gestirnir bidnir um at seta seg inn í listina hvør hjá øðrum, soleiðis at samrøðan kann fara djypri inn í tilgongdir og smálutir. 

Kringvarpið eigur at bróta upp úr nýggjum og bjóða av – eisini á átrúnaðarliga økinum. Í hesi vetrarskránni verður sendingin “Skrivað stendur” á skránni, har Kári Sólstein og Armgarð Arge eru vertir. Í kirkjuni eru tvær tekstarøðir, sum eru sunnudagsins prædikutekstir. Hvat siga tekstirnir? Hesi aldargomlu orð, eru tey nýtilig enn í dag? Eitt skiftandi panel mannað av fólki, sum eru kend í almenna rúminum, viðger tekstin. Umframt nýggju sendingina hevur tað siðbundna tilfarið framvegis sítt fasta pláss á sendiøkinum. 

Fjølbroyttar dokumentarsendingar
Í sjónvarpinum er dokumentarur hvørt hóskvøld. Evnini eru fjølbroytt innan fyri mentan í breiðari merking – søgu, siðsøgu og samfelag. Í vetur kunnu vit m.a. gleða okkum til sendingina “Heim kæra heim” í trimum pørtum, har vit sleppa inn um dyrnar í níggju føroyskum húsum, sum eru vøkur og áhugaverd á ymiskan hátt. Eisini fara vit við Tórði Mikkelsen í Stóru Dímun.

Maria Winther Olsen og Anna Joensen-Næs hava aftur sett sær fyri at kanna, hvat hendir, tá ið fýra ung, fremmand fyri hvørjum øðrum, verða sett saman at tosa um tað, sum er torførast at tosa um. Hetta er onnur sesong av røðini “Sært tú meg”.

Umframt føstu sendingarnar sendir Kringvarpið í hesi vetrarskránni eisini frá nógvum tiltøkum og hendingum. T.d. frá Vísindavøkuni, virðislønahandanum, føroyskum dansi, nýggjárskonsertini, ítróttakappingum, gudstænastum o.m.ø.

Børn og ung
Í sjónvarpinum verður sent hvørt kvøld við blandaðum tilfari. Millum annað fara “Smábørn” aftur at fáa smílini fram á børnunum, vit fara at sløkkja eldar saman við Sløkki Sam, og spurnakappingin “Hvør veit?” fyri børn, har eini 500 børn kappast í 10 pørtum, verður í sjónvarpinum 10 fríggjakvøld á rað. Í juni kunngjørdi Kringvarpið barna-appina VIT, har ein rúgva av góða sjónvarpstilfarinum er tøkt.

Í barnaútvarpinum eru søgur, prát og spennandi leikir. Vit leggja fyri við at hoyra um føroyskar ítróttastjørnur. Allar útvarpssendingarnar finnur tú á barnasíðuni kvf.fo/vit.

Ungdómssíðan BIIT.fo, har ung framleiða til ung, er framvegis virkin og væl vitjað, og ein rúgva av poddum, greinum og videotilfari eru tøk. Nógv umhildna Gentuvesið heldur fram á biit.fo, og eisini Vetrarbiit verður aftur henda veturin.

Alt tilfarið hjá Biit er at finna á biit.fo og á Spotify.

Soleiðis endar tíðindaskrivið, sum júst er sent út frá KVF.