Nýggj tiltøk móti Russlandi kom í gildi

Nú sleppa bara skip, sum fiska sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Russland, at umskipa ella landa her

Nú sleppa bara skip, sum fiska sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Russland, at umskipa ella landa í føroyskari havn og fáa tænastur í teimum.

Kunngerðin um nýggj tiltøk móti Russlandi kom í gildi á midnátt.

Hon er um herdar reglur um havnastongsul.

Nú sleppa bara skip, sum fiska sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Russland, at umskipa ella landa í føroyskari havn og fáa tænastur í teimum.

Sáttmálar um umvælingar og veitingar til fiskiskip, sum vóru gjørdir fyri tann 7. juli, tá ið kunngerðin var lýst, kunnu fremjast fram til tann 7. oktober í ár.