Nýggj kunngerð um samhandilin við Russland
Tað, sum ikki stendur í teimum 16 fylgiskjølunum, verður ikki loyvt, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum
Tað er longu avmarkað, hvørji russisk skip kunnu koma í føroyska havn.
Í dag kemur nýggj kunngerð í gildi um avmarkandi tiltøk, í sambandi við atgerðir móti Ukraina.
Hetta er fyrsta kunngerðin av sínum slag, tí hon sigur beinleiðis, hvat slag av samhandli Føroyar og føroyingar kunnu hava við Russland.
Tað, sum ikki stendur í teimum 16 fylgiskjølunum, er frá í morgin at rokna ikki loyvt, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum.
Føroyar hava síðani byrjan fylgt teimum tiltøkum, sum millum annað ES hevur sett í verk, men tað hevur verið torført at fylgja við, tí har koma so nógvar broytingar, sigur landsstýrismaðurin.
Og fyri at koma teirri avbjóðingini til lívs, hava føroysku myndugleikarnir vent gongdini á høvdið.
Tað skrivar Sveinur Tróndarson á kvf.fo
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: Nýggj kunngerð um samhandilin við Russland | Kringvarp Føroya