Nýggj forkvinna
Á aðalfundinum hjá P/F Firum varð Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu vald í nevndina fyri Kristoffur Laksá, sum ikki tók við afturvali.
Beint eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Sunnvør sum forkvinnu.
Hini í nevndini eru Turið Mørkøre, Niels Winther, Heidi S. Mortensen og Unn V. Johannesen.
Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum varðar av P/F Firum.
Umframt val av nevndarlimum og góðkenning av ársroknskapi 2023 var framløga um virksemið hjá felagnum á skránni.
Viðtøkurnar vórðu eisini broyttar soleiðis at felagið nú eitur P/F Firum við hjánavninum Fiskaaling.