Nýggi Pride var stoltleikin hjá Kjølbro

Tað var hildið at vera vera óført framstig, tá nýggja Pride varð sett í sigling millum Havnina og Klaksvík í 1961 ístaðin fyri Britons Pride ella gomlu Pride, sum hevði røkt farleiðina síðan 1935. Kjølbro var sjálvur í Norra eftir skipinum umvegis Keypmannahavn, meðan Poppy fór yvir við manningini. Tá var Kjølbro 74 ára gamal. Tað gekk heldur striltið at fáa fígging til nýggja skipið, sum kostaði 1,2 milliónir krónur, og Kjølbro legði sjálvur 200.000 krónur á borðið fyri at fáa fíggingina upp á pláss.

Tá Pride avloysti gomlu Pride, hækkaðu ferðaseðlaprísirnir nakað, men Landsstýrið góðtók hækkingini við teirri treyt, at Másin hjá almennu strandferðsluni slapp at sigla til Havnar hvønn týsdag. Strandferðslan yvirtók Pride frá Kjølbro í 1967, og á myndini hevur hon lagt frá landi á Stongunum í 1976 við flagginum veittrandi á hekkuni og við eyðkennismerkinum hjá Strandferðsluni málað á skorsteinin.

Tá eg gekk á Studentaskúlanum í Hoydølum fyrst í 1970 unum, bíðaðu vit ofta til mánamorgun at fara aftur til Havnar við Pride, eftir at hava verið vikuskiftið í Klaksvík. Hetta var meira ómakaleyst enn at fara “yvir land” sunnukvøld. Eg minnist ilt á onkran av hesum túrum í vánaligum líkindum av landsynningi, tí tá kundi rulla illa serliga um Mjóanes. Helst hava summi av okkum verið eitt sindur bleik í andlitinum, tá vit møttu á skúlanum eftir hesar túrarnar. Myndin er úr savninum hjá Símun Waag Høgnesen.

Tað skrivar Jákup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á Fiskivinnuskúkanum í Vestmanna á facebook.

Uppískoyti til greinina. Meinhard Eliasen, ættaður úr Klaksvík skrivar at Pride hevði eitt systurskip í Ísland, sum kallaðist Drangur.

Sí myndina niðanfyri HER 

Happasæll KE 94 ex Drangur, í Keflavíkurhöfn © mynd Emil Páll, 1974-1978.