Nýggi Kambur til fiskiskap á Flemish Cap í næstu viku

Skipari verður Mortan A. Mortensen

Nýggi Kambur kom á Skála sunnumorgunin. Okkurt skal gerast umborð, áðrenn klárt er at fara til fiskiskap. 

Mortan A. Mortensen, skipari, sigur, at teir rokna við at fara í næstu viku á Flemish Cap.

Mortan roknar við at túrurin tekur uml. 3 vikur ella so. 

Kambur eigur eina kvotu á 340 tons á Flemish Cap.

Við nýggja Kambi vera 16 mans, umframt ein eygleiðari. 

Nýggi Kambur er 47 metrar langur og 10 metrar breiður.

Motorurin er Caterpillar og ljósmotorarnir eru Scania.