Nýggi Høgaberg kemur til jóla
Framherji fær nýtt og framkomið skip fyri Høgaberg til jóla.
Tað sigur Annfinn Olsen, reiðari, við FM1.
88 metra langa uppsjóvarskipið er smíðað á Karstensens skipasmiðjuni, og liggur í løtuni í Skagen, har síðsta hond verður løgd á nýbygningin.
Skipið kostar umleið 330 milliónir krónur.
Framherji seldi verandi Høgaberg fyrr í ár.
Nýggi Høgaberg er serliga gjørdur til at fiska makrel, sild og svartkjaft.
kvf.fo