Nýggi Høgaberg kemur í oktobur/novembur
Á Karstensens Skibsværft í Skagen hava teir nógv at gera. Millum skipini, sum eru í gerð har, eru tvey føroysk. Tað eru systirskipini Finnur Fríði hjá Varðanum í Gøtu og Høgaberg hjá Framherja í Fuglafirði. Skrokkarnir eru gjørdir í Pólandi og skipini verða gjørd liður í Skagen.
Eftir ætlan verður Finnur Fríði liðugur í mai og Høgaberg í oktobur/novembur.
Skipini eru 88 metrar lang og 17,5 metrar breið og lasta uml 3.400 tons hvørt.
Sjómansmissiónin ynskir til lukku og Guds signing við skipunum.
Sjómansmissiónin hevur fingið nakrar myndir av Høgabergi, sum Svenning Hansen hevur tikið í Skagen.
HER Facebook