Nýggi Finnur Fríði sleipaður til Skagen í vikuni
Stóri og snotuligi skrokkurin hjá nýggja Finnur Fríða er við at verða klárur at sleipa til Skagen, har skipið skal gerast liðugt.
Skrokkurin er tó nakað seinkaður, tí at hann skuldi eftir ætlan verið komin til Skagen fyrst í juli.
Skrokkurin, sum er 88 metrar langur og knappar 17 metrar breiður, verður sleipaður úr Polandi í endanum á hesari vikuni, og verður eftir ætlan í Skagen mánadagin.
Í Skagen skulu fólk frá Karstensens skipasmiðjuni gera skipið liðugt, og tekur hetta umleið eitt hálvt ár.
LES ALT HER: Fiskur.fo | Myndir: Nýggi Finnur Fríði sleipaður til Skagen í vikuni (portal.fo)
Nýggi Finnur Fríði verður sera framkomin tá ið skipið verður liðugt, og kostnaðurin liggur um 350 milliónur krónur.
Sí meira um nýggja Finn Fríða her.
Tað skrivar KIRAN JÓANESARSON á portal.fo