Nýggi Finnur Fríði hjá Varðanum til landið í august
Nú nærkast til nýggi Finnur Fríði hjá Varðanum í Gøtu verður liðugur.
Tað skrivar Emil Lisberg Jacobsen á kvf.fo
Hardi Hansen, verkætlanarleiðari hjá Varðanum og maskinstjóri á Finni Fríða, væntar, at nýggi trolarin, sum er bygdur á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen, kemur til landið í august.
Ætlanin var at selja gamla Finn Fríða, men tá Varðin fekk eitt gott tilboð uppá Trónd í Gøtu úr Noregi, bleiv Tróndur seldur í staðin, og gamli Finnur Fríði broytti tá navn til Tróndur í Gøtu.
Hoyrið samrøðu við Hardi Hansen her: Finnur Fríði um at vera liðugur | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
Myndina eigur Bandholm skibsbilleder