Nú verður spakin settur í til Ovasavnið

Leygardagin 8.apríl verður spakin settur í.

Stórt hátíðarhald verður 8.apríl í  Nólsoy, tí tá verður spakin settur í til Ovasavnið. Nógv tiltøk eru sett á skrá tann dagin.

Ove Joensen og báturin, Diana Victoria, hava framvegis serstøðu í Føroyum. Gongst sum ætlað letur savn upp í Nólsoy næsta ár

1. juli í 1986 settist Ove Joensen við árarnar á Dianu Victoriu. 11. august í 1986 vann hann vegin fram til Longu Linju í Keypamannahavn.

Tað tók honum 41 samdøgur at rógva teir 1700 kilometrarnar.

Rómurin á teimum fleiri túsund, ið vóru komin saman á Longulinju var øgiligur, tá Ove settist hjá havfrúnni og kysti hana.

Í drúgva tíð hevur verð arbeitt fram ímóti at gera eitt savn til minnis um Ova.

Thomas Joensen hevur verið partur av ætlanini frá byrjan. Hann sær fyri sær eitt savn, sum fer at geva teimum vitjandi eina heildaruppliving.

Tað skrivar kvf.fo.

SØGAN:

1. juli 1986 setti Ove Joensen kós ímóti Danmark. Eftir 41 samdøgur, í árabátinum Dianu Victoriu, vann hann fram til“Langelinje” í Keypmannahavn 11. august, har hann kysti lítlu havfrúnna. Hetta var triðja roynd hansara at røkka stóra málinum : at rógva langa teinin úr Føroyum til Danmarkar.

Ove framdi tað, ið flest mettu vera ógjørligt. Sterki vilji hansara bar hann framá mál. Ove var við til at seta Føroyar og Nólsoynna á heimskorti. Tann dag í dag hevur eingin víst saman áræði og gjørt honum bragdið eftir.

Tá Ove kom aftur til Nólsoyar, eftir longu leiðina til Danmarkar, lovaði hann børninunum í Nólsoy, at hann skuldi byggja teimum ein svimjihyl. Stutt eftir var Ove úti fyri eini vanlukku í báti sínum, hann andaðist 26. november 1987, bert 38 ára gamal. Eftir honum lá dreymurin um svimjihylin, til børnini í Nólsoy.

Í 1988 stovnaðu nólsoyingar felagið“Stuðulsnevndin fyri svimjihylin í Nólsoy”. Stuðulsnevndin ynskti at savna pening saman, at gera dreymin hjá Ova, um svimjihyl í bygdini til veruleika. Tað bleiv løgd nógv orka í hetta arbeiði, tekningar vóru gjørdar og arbeiði byrjaði. Til heiðurs fyri Ova byrjaði stuðulsnevndin eina árliga bygdarstevnu, har øll inntøkan fór óskerd til svimjihylin. Bankahúsagangur og ein inflasjón, ið vaks skjótari enn stuðulsnevndin fekk savna pening, setti tíverri ein steðg fyri arbeiðinum hjá stuðulsnevndini.

Umstøðurnar hjá børnunum í Nólsoy, at fara til Havnar at svimja, eru so mikið góðar í dag, at arbeiði við at byggja ein svimjihyl í bygdini, ikki longur tykist so umráðandi.
Nú stingur spurningurin seg so upp. Hvat gera vit nú fyri at heiðra minni um hendan mann og stóra bragdi hann framdi? Hóast stuðulsnevndin ikki longur er stigtakaritil bygdarstevnuna, hava tey, sum nú umsita stevnuna valt at varðveita navni Ovastevna – til heiðurs fyri minninum um Ova. Men er ikki okkurt meira vit kunna gera, so søgan um mannin, sum í einum lítlum árabáti róði longu leiðina úr Nólsoy til Keypmannahavnar, ikki dettur burtur og verður gloymd?

Stuðulsnevndin hevur tí sett sær fyri at byggja eitt savn, har báturin “Diana Victoria” og minnini um Ove Joensen og stóra bragd hansara kunna liva víðari.

Visión
Stuðulsnevndin ynskir at byggja eitt savn - OVASAVN - til heiðurs fyri Ova.

Savnið skal bera søguna um mannin Ova Joensen og bragd hansara víðari til : føroyingar, skúlanæmingar, barnagarðar og ferðafólk, ið hvørt ár vitja í Nólsoy.

Lívið hjá Ova var fjølbroytt, og kann hansarasøga verða íblástur hjá øðrum, at fylgja teirra dreymum, óansæð hvat onnur halda.

Umframt at siga frá søguni um Ova, ynskja vit, at Ovasavnið skal vera til gagn fyri bygdafólki í Nólsoy, sum gjøgnum 30 ár hava arbeitt fyri til at savna pening saman til svimjihylin. Við at samskipa Ovasavnið og kunningarstovan “Visit Nólsoy”, meta vit, at Ovasavnið gerst eitt livandi savn. Eitt stað, har ung sum gomul – bygdafólk sum ferðafólk, kunna koma saman og hugna sær við einum kaffimunni og góðum práti.

Verandi støða
Stuðulsnevndin hevur 25. november 2021 fingið byggiloyvi í Nólsoy - Tórshavnar kommuna hevur latið nevndini matrikul nr. 19 og 92a til endamálið. Grundstykki liggur væl fyri mitt í bygdini og oman móti sjónum.

Niðanfyri síggjast myndir av verkætlanini.

TRYST HER OVASAVN í Nólsoy - Hópfígging (hopfigging.fo)