Nú ræður um at vísa, at vit klára at umsita serliga toskastovnin á ein burðardyggan hátt
Havrannsóknarskipið Jákup Sverri hevur verið á síni hálvárligu yvirlitstroling úti á Føroyabanka, og úrslitið av túrinum er, at Havstovan nú torir at boða frá, at toskurin á bankanum er komin fyri seg aftur.
Í samrøðu við Dag og Viku í gjárkvøldið, greiddi Petur Steingrund, fiskifrøðingur og serfrøðingur í toskastovninum, at tað var “væl at fáa av stórum og góðum toski” umframt hýsu. Veiðan var so mikið góð, at hon líktist fiskiskapinum, tá stovnurin hevði tað best í árunum 1996 til 2003, segði fiskifrøðingurin
Greinin stendur á fiskur.fo TRYST HER Fiskur.fo | Toskurin á Føroyabanka komin fyri seg aftur